- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taks vil hava pengar aftur fyri fimm ár
Taks vil hava pengar aftur fyri fimm ár
Ósemja er millum reiðaríið Rhode Nielsen Faroes og Taks
30.08.2022 - 09:24
Ósemja er millum reiðaríið, smápartafelagið Rohde Nielsen Faroes, og Taks um pengar, sum FAS hevur endurrindað fyri skandinavarnar við skipum felagsins.
Taks vil hava pengarnar aftur fyri fimm ár. Men reiðaríið er ikki samt, og hevur kært kravið.
Hetta er fyrstu ferð nevnt í roknskapinum hjá Rohde Nielsen Faroes í 2018.
Í roknskapunum hjá felagnum stendur, at Taks hevur mótroknað 1,9 mió. kr. í afturberingini 2019.
Hetta góðtekur Rohde Nielsen Faroes ikki.
Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2021 sæst, at Taks metir seg at eiga góðar 10,7 mió. kr. til góðar hjá Rohde Nielsen Faroes.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV