Nýggjur portalur skal geva eysturoyingum pall

Nýggjur portalur skal geva eysturoyingum pall
Hans Jacob á Líknargøtu og Jógvan Óli Kristiansen hava stovnað Eysturoyarportalin
Eysturoyarportalurin skal seta staðbundin viðurskifti á breddan.
 
30.08.2022 - 09:33

Ein nýggjur tíðindaportalur sær nú dagsins ljós.

Talan er um Eysturoyarportalin.

Tað eru eysturoyingarnir, Hans Jacob á Líknargøtu og Jógvan Óli Kristiansen, sum hava stovnað nýggja portalin.

Teir siga í tíðindaskrivi, at hugskotið og endamálið við portalinum er fyrst og fremst at geva eysturoyingum ein pall at standa á, har staðbundnu viðurskiftini, bæði í vinnu, ítrótti, mentanarlívi og trúarlívi, koma á breddan.

Teir siga, at hetta hevur verið ein dreymur hjá teimum, sum nú gerst veruleiki.

Nýggi portalurin sæst her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV