Mist pengarnar til bilpláss

Mist pengarnar til bilpláss
Nú kundi vera vell, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið, og pengarnir eru farnir aftur í landskassan
600.000 kr. hava staðið í fíggjarlógini síðani 2015 til bilpláss við Norðurlandahúsið, men pengarnir eru ongantíð brúktir, og nú hevur Norðurlandahúsið mist pengarnar.
 
30.08.2022 - 08:41

Norðurlandahúsið hevur mist 600.000 kr., sum húsið hevur havt í sjey ár.

Síðani 2015 hava 600.000 kr. staðið í føroysku fíggjarlógini.

Tær komu í einari eykajáttanarlóg á heysti 2015.

Pengarnir skuldu brúkast til at gera 55 bilpláss við Norðurlandahúsið.

Tey eru ikki komin enn, og tær 600.000 krónurnar vóru framvegis í fíggjarlógini.

Men nú kundi vera vell, segði Uttanríkis- og Mentamálaráðið.

 

 

Fall burtur

Í 2021 segði landsstýrismaðurin við Landsgrannskoðanini, at Norðurlandahúsið hevði biðið um at varðveita tilsøgnina um stuðul.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið svaraði, at tilsøgnin kundi standa við í 2021.

Men at hon fall burtur, um einki ítøkiligt hendi í 2021. Einki ítøkiligt hendi í 2021. Og pengarnir fara aftur í landskassan.

Norðurlandahúsið hevur upplýst, at tað fer at søkja um nýggja játtan, tá verkætlanin er meira ítøkilig.
  
Parkeringarviðurskiftini eru ein afturvendandi trupulleiki hjá Norðurlandahúsinum, sum bara hevur 45 bilpláss. 

Tær 600.000 kr., sum biðið var um úr landskassanum, var bara ein fjórðingur av tí, sum tey 55 nýggju bilplássini skuldu kosta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823