Kommunur sleppa sjálvar at áseta gjøld á eldraøkinum

Kommunur sleppa sjálvar at áseta gjøld á eldraøkinum
Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur sent uppskot um broytingar í kunngerðum til ummælis
Heimið á Grønanesi í Vestmanna. Nú sleppa kommunurnar sjálvar at áseta gjaldið fyri eldrarøkt.
 
30.08.2022 - 15:48

Kommunurnar fáa nú sjálvar heimild til áseta gjøld fyri røkt og tænastur á eldraøkinum, soleiðis at vald og gjald fylgjast.

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur sent tvey uppskot um broyting í kunngerðum til ummælis.

Talan er um kunngerð um gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. og kunngerð um umsiting av samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum.

Eldraøkið var lagt út til kommunurnar at umsita í 2015, og kommunurnar hava síðani fleiri ferðir gjørt vart við, at tær sjálvar eiga at hava heimild til áseta gjøldini.

Uppskotini kunnu lesast her.

 

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.

 

Ansingarsamsýningin hækkar uppí 18.000 kr. 

Fyrra uppskotið leggur upp til, at kommunan fær heimild at áseta eitt mesta gjald fyri at búgva á ellis- og røktarheimi og eldrasambýli. Sama verður galdandi fyri heimahjálp.

Seinna uppskotið er um at broyta upphæddina, sum verður veitt í ansingarsamsýning.

Ansingarsamsýning kann veitast persóni, ið ansar eldri og óhjálpnum fólkii heima. Henda upphæddin er lítið og onki broytt síðani 2010.

Í uppskotinum verður lagt upp til, at upphæddin hækkar upp í 18.000 kr. um mánaðin. Upphæddin er í løtuni 10.789 kr. um mánaðin.

Broytingarnar koma eftir ætlan í gildi 1. januar 2023, sigur Almannamálaráðið.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878