- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grava út fyri bygningi til tyrlusimulatorin
Í síðstu viku var farið undir at grava út fyri nýggja bygninginum til tyrlusimulatorin hjá Atlantic Airways.
Tað skrivar vp.fo.
Bygningurin verður á økinum oman fyri Hotel Vágar.
Tað er Sørvágs kommuna, sum skal gera økið byggibúgvið, og J&K Petersen hevur fingið arbeiðið.
Tá Atlantsflog skrivaði undir sáttmálan við Thales Group um nýggja simulatorin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Íløgan er 100 mió. kr.
Á tíðindafundi 2. juni boðaði Atlantic Airways frá, at flogfelagið hevði sett á stovn ein flogskúla við simulatori í Vágum. Íløgan er 100 mió. kr., og ætlanin er, at útlendskir tyrluskiparar eisini skulu koma til Føroya at brúka simulatorin.
Tá skrivaðu Niels Mortensen og Jóhanna á Bergi vegna Atlantic Airways undir keypsavtalu við Thales Group um at keypa ein nýmótans tyrlusimulator.
Tyrlusimulatorurin verður væntandi klárur at taka í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2024.