- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samstarvsavtalan endurnýggjað
Samstarvsavtalan endurnýggjað
Íslandsnevndin á Fróðskaparsetrinum og Føroyanevndin í Háskóla Íslands hava á 11.sinni hildið Frændafund
Mynd: Setur.fo
29.08.2022 - 08:53
Samstarvsavtalan millum Fróðskaparsetrið og Háskóla Íslands er endurnýggjað.
Íslandsnevndin á Fróðskaparsetrinum og Føroyanevndin í Háskóla Íslands hava á 11.sinni hildið Frændafund.
Hann var í Reykjavík.
Næsti frændafundur verður í Føroyum í 2024.
Føroyska Íslandsnevndin vil, at løgfrøði verður við á tí fundinum.
Nú Fróðskaparsetrið veitir fulla útbúgving í lóg, er stórur áhugi fyri løgfrøðiligum máli, og hetta kunnu vísindafólk frá Háskóla Islands geva íblástur til, heldur Íslandsnevndin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV