Málið er, at útoyggjarnar fáa betri tænastu

Málið er, at útoyggjarnar fáa betri tænastu
Útoyggjafelagið hevði aðalfund í Skúvoy í gjár, og málið er, eins og áður, at tryggja útoyggjunum betri tænastu
Harry Jensen, fyrrverandi borgarstjóri í Skúvoy, var saman við øllum hinum skúvoyingunum vertur fyri aðalfundinum í Útoyggjafelagnum
Mynd: Útoyggjafelagið á Facebook  
 
29.08.2022 - 12:10

Í góðveðrinum í gjár, var aðalfundur í Útoyggjafelagnum hildin í Skúvoy.

Myndir: Útoyggjafelagið á Facebook

Nógv fólk var møtt til aðalfundin. 

Aðalfundurin varð hildin í Brúgvafjósinum, sum er høli hjá Forminnisfelagnum í Skúvoy, ið liggur mitt í bygdini. 


Olga Biskupstø, samskipari í Útoyggjafelagnum, og Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum
 

Brúgvafjósið verður í løtuni umvælt, so tað kann hýsa einum bygda- og náttúrusavni, sum skal vísa á ríku bjargasøguna í Skúvoy. 

Á aðalfundinum varð avrátt, at málið er at útoyggjarnar fáa betri tænastu, og at vitanin um støðuna hjá útoyggjunum verður dagførd.

Komandi árið skal dentur leggjast dent á trý høvuðsevni: 

  1. Kommunuviðurskifti
  2. Samferðsluviðurskifti
  3. Dagføring av útoyggjaálitinum

Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum, sigur, at hetta verður gjørt fyri at miðsavna átøkini hjá felagnum. 

Ola_Jakup_ur_Dimun_1_28082022

 
 

Á fundinum varð nevndin afturvald, og umboðsráðið skipað við somu manning. 

Í nevndini sita:
Óla Jákup úr Dímun, formaður
Olga Biskupstø, samskipari
Marius á Geilini, nevndarlimur

Í umboðsráðnum sita:
Johanna Maria Isaksen, Húsar
Óli á Geilini, Svínoy
Harry Jensen, Skúvoy
Anja Eliasen, Trøllanes
Andras í Frammistovu, Kirkja
Jóhanna M.H.Lydersen, Hattarvík
Magnus Eliasen, Mikladalur
Katrina Johannesen og Leila Egholm, Mykines
Erla Matras Jensen, Hestur
Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun

 

Sambært Facebook-síðuni hjá Útoyggjafelagnum, so var blíðskapurin í Skúvoy stórur. 

Hóast miðalaldurin á útoyggj hækkar, so eru eisini onkrir yngri limir. 

Avbjóðingarnar hjá útoyggjunum eru nógvar og stórar, og tí var nógv at skifta orð um, eisini tá fólk vóru komin út í tún. 

Nakað, ið aðalfundurin ætlar at fáa lýst er, hvussu kommunusamanlegginarnar av smærru oyggja-kommununum hava hilnast, sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður. 

Ola_Jakup_ur_Dimun_um_samanleggingar_29082022


Skúvoyingurin Thomas J. Thomsen, og Olga Biskupstø, samskipari og nevndarlimur í Útoyggjafelagnum


Sambært Óla Jákup úr Dímun, formanni í Útoyggjafelagnum, ið er nummar tvey frá høgru á myndini, so er eisini tørvur á at dagføra Útoyggjaálitið, sum í 2001 var ein kollvelting.

"Veruleikin á útoyggj er nógv broyttur seinastu 20 árini," staðfestir formaðurin. 

Ola_Jakup_ur_Dimun_um_utoyggjaalitid_29082022

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV