- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin viðger mál um manningar og kvotukeyp
Landsrætturin viðger mál um manningar og kvotukeyp
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men Fiskimálaráðið skeyt dómin inn fyri landsrættin
29.08.2022 - 08:16
Eystari landsrættur fer í morgin at viðgera sakarmálið millum Fiskimálaráðið og Reiðarafelagið um lutin hjá manningunum á fiskiskipum í kvotukeypum.
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti hálvan januar í fjør, men Fiskimálaráðið fór í Landsrættin við málinum.
Dómurin í Føroya rætti sigur, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á ein galdandi sáttmála millum reiðarar og manningarfeløg við lóg um, at manningar ikki skuldu bera sín part av kvotukeypum á royndaruppboðssøluni í 2016.
Tað er júst prinsippið, um Føroya rættur kann ógilda lógir, sum løgtingið hevur samtykt, sum er avgerandi, heldur Fiskimálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV