- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimafriður: Landsstýrismaðurin má fara upp í málið um larm frá skipum
- Tá ræður um óljóð frá skipum, er støðan einki batnað, síðani kommunurnar fóru undir nýggju skipanina við markvirðum fyri larm.
Tað sigur Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum Heimafriði.
1. januar kom kommunala reglugerðin í gildi, sum krevur, at eitt markvirði fyri larm skal vera á kaiøkinum.
Trina Eysturoy er forkvinna í Heimafriði.
Sambært Trinu Eysturoy, var kommunala reglugerðin trumfað ígjøgnum, tí kommunurnar stúrdu fyri at missa tamarhaldið og sjálvræðisrættin, tá ið táverandi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum upprunaliga ætlaði at seta kunngerð í gildi fyri at basa óljóðinum.
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum eigur at fara upp í málið, heldur Trina Eysturoy.
Hoyr innslag í útvarpstíðindum: