Akstovan skal hava nýggj sýnshøli um eitt ár

Akstovan skal hava nýggj sýnshøli um eitt ár
Nýggju hølini í hjá Akstovuni í landnyrðingsføroyum skulu koma í staðin fyri hølini í Klaksvík og Saltangará
Nýggja sýnshøllin skal eftir ætlan vera klár eitt ár eftir at tikið er av einum tilboði.
 
29.08.2022 - 08:30

Hósdagin verður kunngjørt, hvør sleppur at leiga Akstovuni høli til bileftirlitsstøð í landnyrðingsføroyum.

Støðin skal koma í staðin fyri hølini hjá Akstovuni í Klaksvík og Saltangará.

Ætlanin er at langtíðarleiga hølini í landnyrðingsføroyum.

Nýggja sýnshøllin skal eftir ætlan vera klár eitt ár eftir at tikið er av einum tilboði.

Freistin at koma við tilboðum var til fríggjadagin, tá tilboðini eisini vóru latin upp.

Hósdagin kunnger Landsverk, hvør vann útboðið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV