Útflutningurin til Ukraina ikki minkaður síðani innrásina

Útflutningurin til Ukraina ikki minkaður síðani innrásina
Fyrra hálvár útfluttu Føroyar fyri góðar 54 milliónir kr. til Ukraina, meginparturin er makrel og sild
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Bjarna Kárasyni Petersen.
 
26.08.2022 - 08:29

Føroyski útflutningurin til Ukraina er ikki minkaður, síðani Russland gjørdi innrás í landið.

Í februar var útflutt fyri 1,9 mió. kr., í mars fyri 4,3, í apríl fyri 24,1, í mai fyri 2,3, og í juni var útflutt fyri 3,4 mió. kr. til Ukraina.

Í fyrra hálvári í ár var útflutt fyri 54,4 mió kr.

Alt árið í fjør var útflutningurin 104,6 mió. kr., tann higartil nógv størsti.

Talan er fyrst og fremst um makrel og sild.

Hetta sæst í svari hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, til Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmann.

 

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin í uttanríkismálum um útflutningin til Ukraina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

2,75 mió. kr. í neyðhjálp

Jenis av Rana sigur eisini, at higartil í ár eru 2,75 mió. kr. latnar í neyðhjálp í sambandi við kríggið í Ukraina. 

Játtanin til menningarsamstarv og neyðhjálp í ár er 12 mió. kr.

Síðani russisku innrásina hevur landsstýrið ikki arbeitt við málinum um fríhandilssáttmála við Evrasiatiska búskaparsamveldið, sigur Jenis av Rana. 

Russland er í Evrasiatiska búskaparsamveldinum. 

 

Lata ikki sendistovuna aftur

Jenis av Rana sigur eisini, at fyribils er ikki ætlanin at lata føroysku sendistovuna í Moskva aftur.

Bjarni Kárason Petersen spurdi haraftat, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um at stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.

Jenis av Rana svarar, at Føroyar hava latið neyðhjálp, tikið móti fólki, sum eru rikin úr Ukraina, og sett í verk revsitiltøk móti Russlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835