- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljurokningin verður tvífalt so stór í ár
Oljurokningin verður tvífalt so stór í ár
Prísvøksturin ger, at tað er nógv dýrari at skipa fyri legum í Nesvík, men kortini er ikki ætlanin at hækka gjaldið ella at skerja virksemið
26.08.2022 - 13:24
Peningurin sum Kirkjuliga Heimamissiónin setti av til oljunýtslu í ár, er longu brúktur, og framrokningarnar vísa, at oljurokningin fyri 2022 verður væntandi tvífalt so stór sum í fjør.
Tað upplýsir Andrias Magnussen, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini.
Oljuprísurin og prísvøksturin í samfelagnum hava við sær, at tað er munandi dýrari at skipa fyri legum í ár samanborið við onnur ár. Kortini er ikki ætlanin at hækka legugjaldið ella skerja virksemið, sigur aðalskrivarin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
26082022__Nesvik_og_oljurokning
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV