Atlantsflog flýgur til USA næsta ár

Atlantsflog flýgur til USA næsta ár
Ferðafólkatalið er vaksið, og flogfelagið økir flotan, úr trimum upp í fýra flogfør
Ferðafólkatalið hjá Atlantsflogi í ár líkist tí, sum var metárið 2019.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.08.2022 - 13:02

2019 var metár hjá Atlantsflogi, og ferðafólkatølini í ár líkjast teimum tølunum. Eftir tvey ár við koronu, har øll segl blivu repað, er nú gerandisdagur við vøkstri hjá almenna flogfelagnum.

Atlantsflog økir tí um flotan, úr trimum upp í fýra flogfør.

Fyrsta Airbus-flogfarið, sum Atlantsflog hevur leigað út, kemur aftur í flotan.

Og næsta heyst verður gamla ætlanin hjá flogfelagnum um at flúgva beinleiðis til New York veruleiki, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22082022_Atlantsflog_til_net

 

Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantsflogi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947