MFS: Skulu hava lógartryggjaðan rætt til fosturtøku

MFS: Skulu hava lógartryggjaðan rætt til fosturtøku
Tað er brot á mannarættindini, at allar kvinnur í Føroyum ikki hava henda rættin, sigur MFS
Javnan eru kravgongur úti í heimi til frama fyri fría fosturtøku. MFS sigur í yvirlýsing, at vit eiga at fáa fría fosturtøku í Føroyum. (Savnsmynd),
 
19.08.2022 - 14:21

- MFS góðtekur ikki, at allar kvinnur í Føroyum ikki hava lógartryggjaðan rætt til trygga fosturtøku. Tað er brot á mannarættindini.

Soleiðis skrivar Meginfelag Føroyskra Studenta í nýggjari yvirlýsing um fría fosturtøku í Føroyum. 

Herfyri legði MFS seg upp í kjakið um fosturtøku í Føroyum. 

 

Magnus við Streym er forseti í MFS. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Ger mismun

Í nýggjari yvirlýsing skrivar MFS millum annað, at "Galdandi fosturtøkulóg er við til at fremja mismun vegna kyn, og eigur at verða dagførd soleiðis, at fosturtøkan er frí. Tað vil siga, at tað er tann, ið er upp á vegin, ið eigur síðsta orðið."

Kjakið um fosturtøku í Føroyum er eitt viðkvæmt evni, og hóast MFS virkar fyri øll føroysk lesandi, so metir felagið tað ikki vera ein trupulleika, at felagsskapurin leggur seg út í kjakið um fría fosturtøku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19082022_-_MFS_og_fosturtoka_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV