- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti nýbygningur í 45 ár
Fleiri hundrað fólk vóru komin saman á bryggjuni niðan fyri høvuðssætið hjá Framherja, tá nýggi Akraberg fyrstu ferð kom á Fuglafjørð í gjárkvøldið. Skipið var latið eigarunum av Brattvaag skipasmiðjuni í Ålesund 1. juli, men fór haðani beinleiðis til fiskiskap í Barentshavinum.
Í gjár kom skipið á Fuglafjørð við umleið 860 tonsum av botnfiski, sum í dag verða landað til Bergfrost.
Akraberg er fyrsti nýbygningur hjá reiðarínum Framherja, sum varð stovnað í 1994. Og talan er eisini um fyrsta nýbygning við heimstaði í Fuglafirði síðani 1977.
(Mynd: FaroePhoto)
87 skip og deksbátar
Sigurð S. Simonsen, fyrrverandi borgarstjóri og vinnulívsmaður, hevur gjørt eitt yvirlit yvir skipini, sum eru komin til Fuglafjarðar, síðani Gamli Sámal Petur Petersen keypti tveymastraðu skonnartina Florence úr Bretlandi í 1892.
Síðani eru umleið 87 skip og deksbátar komin til bygdina, tey flestu tó keypt brúkt. Sambært yvirlitinum hjá Sigurði S. Simonsen eru hesi níggju nýbygdu skip komin til Fuglafjarðar síðani 1937:
Brandur var ein stórur útróðrarbátur, góðar 17 metrar langur og fýra metrar breiður. Til samanberingar er nýggi Akraberg 84 metrar langur og smáar 17 metrar breiður.
Kringvarpið var við til móttøkuna í Fuglafirði í gjárkvøldið, og meira verður at síggja í Degi & Viku i kvøld.
(Mynd: FaroePhoto)
(Mynd: FaroePhoto)