56 fólk úr Ukraina hava uppihaldsloyvi í Føroyum

56 fólk úr Ukraina hava uppihaldsloyvi í Føroyum
Fýra fólk eru farin aftur til Ukraina
Tá fyrstu fólkini úr Ukraina komu til Føroya eftir russisku innrásina. Útlendingastovan sigur, at 56 fólk úr Ukraina hava fingið uppihaldsloyvi eftir serlógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.08.2022 - 08:30

Higartil hava 56 fólk úr Ukraina fingið uppihaldsloyvi í Føroyum eftir serlógini, sum kom í apríl.

Útlendingastovan veit um fýra fólk, sum eru farin aftur til Ukraina.

Tey flestu búgva í Havn, og tey flestu hava fingið arbeiði.

Meginreglan er, at uppihaldsloyvið er galdandi til 17.mars 2024, tá serlógin um uppihaldsloyvi fer úr gildi aftur.

 

Stutt málsviðgerð

Útlendingastovan sigur, at avgreiðslutíðin hjá málum eftir serlógini hevur verið sera stutt, tríggjar til fimm dagar í miðal.

Umsóknir verða viðgjørdar í Udlændingestyrelsen eftir teimum treytum, sum eru ásettar í serlógini. Um umsøkjari heldur hesar treytir, verður uppihaldsloyvið latið. 

Mest sum øll, sum fingið uppihaldsloyvi eftir serlógini, hava ukrainskan ríkisborgararætt, og eru farin úr heimlandinum eftir 24.februar, tá Russland leyp á Ukraina.

Í vár segði landsstýrið, at 200 flóttafólk úr Ukraina kundu koma til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV