Viðførishøllin á flogvøllinum verður útbygd

Viðførishøllin á flogvøllinum verður útbygd
Arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt næsta summar
Nú skal ganga skjótari hjá ferðafólki at fáa hendur á viðførinum, tá tað er komið úr flogfarinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.08.2022 - 13:23

Articon og Vága floghavn skrivaðu í gjár undir sáttmála um at byggja viðførismóttøkuna í floghavnini út. 

Talan er um bæði lendisarbeiði og byggiarbeiði, upplýsir Vága Floghavn í tíðindaskrivi.

Farið verður undir arbeiðið í næstum.

Høllin, har tikið verður ímóti viðføri, verður útbygd til 620 fermetrar. Hon er 250 fermetrar. Samstundis verður bandið, har tey ferðandi fáa viðførið, longt úr 40 metrum upp í umleið 80 metrar.

Arbeiðið verður væntandi liðugt til háárstíðina næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV