- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndarsigla nú Herjólf III
Herjólfur III er nú endiliga klárur at sigla.
Seint seinnapartin í gjár fekk Herjólfur III endaliga siglingarloyvið. Hann fór royndarsigling í gjárkvøldið.
Klokkan hálvgum sjey í morgun fór Herjólfur III av Havnini á Krambatanga.
Har skulu seinastu fyrireikingarnar gerast, áðrenn skipið fer í sigling leygarmorgunin.
Tekur 385 ferðafólk
Herjólfur III hevur fingið loyvi til 385 ferðafólk.
Hetta er nakað minni enn ferðafólkaloyvið, hann hevði úr Íslandi. Í Íslandi slapp hann at flyta 481 ferðafólk.
Orsøkin er millum annað, at pláss skal vera fyri tveimum manningum, so skipið kann røkja náttarsigling.
Á heimasíðuni ssl.fo eru nógvar upplýsingar um farmaflutningin á suðuroyarleiðini, tá Herjólfur III fer at sigla har fyri Smyril.