Farmaskip verður hjá rógvarunum um tveir tímar

Farmaskip verður hjá rógvarunum um tveir tímar
Føroysku rógvararnir eru í bjargingarbáti, og tað er sjaskveður á leiðini, sigur MRCC Tórshavn
Báturin Guðrun við teimum báðum føroysku rógvarunum fekk ein sjógv vestan fyri Írland, og teir fóru í gummibjargingarbátin.
Mynd: MRCC Tórshavn.  
 
18.08.2022 - 10:57

Eitt farmaskip er nú á veg til bjargingarbátin við teimum báðum føroyingunum, sum róðu í bátinum, Guðruni, úr USA til Føroya.

Um hálvgum seks tíðina í morgun, UTC, fekk MRCC boð frá rógvarunum, at báturin hevði fingið ein stóran sjógv, og hevði fingið so stóran skaða, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibjargingarbátin.

Teir vóru í flótidrakt, og høvdu mat og eina neyðsendara.

Báturin var staddur í bretskum bjargingarøki, og tí setti MRCC Tórshavn seg í samband við UK JRCC, sum tekur seg av bjargingingini.

Eitt farmaskip er nærindis, og hevur sett kós móti knattstøðuni, har bjargingarbáturin er. Farmaskipið verður væntandi hjá bjargingarbátinum um einar tveir tímar. Tað er sjaskveður á leiðini, sigur MRCC Tórshavn. 

Báturin Guðrun, sum teir báðir føroyingarnir róðu í, fekk ein sjógv, og rógvararnir fóru av bátinum í gummibjargingarbátin. (Mynd: Sosialurin)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV