- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða enn eftir seinastu loyvunum
Bíðað verður enn eftir teimum seinastu loyvunum frá myndugleikunum, áðrenn Herjólfur III sleppur at loysa.
Herjólfur III liggur í løtuni á Skála, men sambært Jóhan Peturi Abrahamsen, virkandi stjóra í Strandferðsluni, er manningin umborð og klár at loysa, tá endaliga loyvini eru komin.
Tá loyvini eru komin, fer Herjólfur III at gera nakrar royndartúrar á Suðuroyarleiðini, áðrenn skipið verður sett í sigling fyri Smyril leygardagin.
Leigaður í 16 mánaðir
Strandferðslan hevur gjørt sáttmála við íslendska samferðslustovnin, Vegagerðina, um at leiga Herjólf III í 16 mánaðir. Ætlanin er, at hann fyrst og fremst skal sigla við farmi millum Krambatanga og Havnina, men hann skal eisini brúkast sum avloysaraskip, meðan Smyril er í dokk.
Smyril fer í dokk fríggjadagin.
Sostatt røkir Herjólfur III einsamallur suðuroyarleiðina frá 20. august til 2. oktober.