- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu velja 17 limir í umboðsráðið
Í ár er aftur val til umboðsráðið hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna.
Í ár skulu veljast 17 fólk í ráðið, sum hevur 35 limir.
Valskeiðið hjá umboðsráðslimunum er fýra ár. Betri lýsir nú eftir fólki at stilla upp til valið.
Treytin fyri at kunna stilla upp er, at fólk eru tryggingartakarar hjá Betri og hava fastan bústað ella arbeiði í Føroyum.
Skulu hava 25 stillarar
Freistin at stilla upp er 31. august. Valevni skulu hava 25 stillarar.
Tá uppstillingarlistin er liðugur, verður valið útskrivað í september, og atkvøðuseðlar sendir til teirra, sum hava atkvøðurætt.
Uppgávan hjá umboðsráðnum er at skipa aðalfundir felagsins.
Umboðsráðið velur nevndina í Ognarfelag tryggingartakaranna, góðkennir roknskapin og tekur støðu til útlutan og annað.