Døglingar aftur gjørt landgongd í Hvalba

Døglingar aftur gjørt landgongd í Hvalba
Hesir døglingarnir eru tvífalt so stórir sum teir, ið løgdu beinini sunnudagin
Tvøstið á døglingunum verður býtt millum fólkið í Hvalbiar sókn. (Savnsmynd)
 
16.08.2022 - 15:21

Tríggir døglingar hava í dag gjørt landgongd í Hvalba. 

Tað var um middagsleitið, at døglingarnir komu inn á fjørðin og svumu upp á land, upplýsir Tommy Olsen, grindaformaður. 

Døglingur er ein friðaður hvalur, og tað er ólógligt at reka døglingar á land. Men tað kemur javnan fyri, at døglingar sjálvir gera landgongd í Hvalba og Sandvík. 


Tvífalt so stórir

So seint sum sunnudagin løgdu tríggir døglingar beinini í Hvalba. 

Tommy Olsen sigur, at døglingarnir, sum løgdu beinini í dag, eru umleið tvífalt so stórir sum teir, ið gjørdu landgongd sunnudagin. 

Tvøstið á døglingunum verður býtt millum fólkið í Hvalbiar sókn. Enn er óvist, hvussu stórir partarnir verða hesaferð, men sunnudagin vóru  4,8 tons av tvøsti býtt til sóknina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV