- Tíðindi, mentan og ítróttur
700 fólk løgdust aftrat seinasta árið
Sløk 700 fólk løgdust afturat fólkatalinum seinasta árið, skrivar Hagstovan.
Fólkatalið í Føroyum var 54.072 tann 1.juli í ár, 1,3 prosent størri enn 1.juli í fjør.
Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,5 prosent.
Burðaravlopið er 163 fólk og nettoflytingin 535. Burðaravlopið hevur verið serstakliga lítið fyrra hálvár í ár.
Lutfalsliga nógv eru deyð, og færri eru fødd enn tíðina frammanundan.
Men nettoflytingin ger, at fólkatalið heldur fram at vaksa.
Nettoflytingin er munurin millum teirra, sum flyta úr Føroyum, og teirra, sum flyta til Føroya.
Í summum kommunum er fólkatalið nú tað størsta, tað hevur verið, síðani byrjað var at gera fólkatalið upp í 1985.
Í Tórshavnar kommunu eru skjótt 23.000 fólk, í Klaksvíkar kommunu eru yvir 5.400, og í Runavíkar kommunu eru nú fleiri enn 4.300 fólk.
Afturat teimum nevnir Hagstovan Sjóvar kommunu, Sunda kommunu, Eiðis kommunu og Vága kommunu.
Sí nýggjasta yvirlitið yvir fólkatalið her: