Fróðskaparsetrið skal hava nýggjan rektara

Fróðskaparsetrið skal hava nýggjan rektara
Chik Collins hevur fingið tilboð um annað starv í Skotlandi og gevst sum rektari hálvtannað ár fyri tíð
Chik Collins gevst sum rektari á Fróðskaparsetrinum á nýggjárinum.
 
15.08.2022 - 13:38

Chik Collins, sum seinastu trý árini hevur verið rektari á Fróðskaparsetri Føroya, leggur frá sær við árslok.

Hann hevur fingið tilboð um annað starv í Skotlandi, og leggur sostatt frá sær hálvtannað ár fyri tíð.

Stýrið fyri Fróðskaparsetrið harmast í tíðindaskrivi avgerðina:

 

Framúr gott samstarv

- Samstarvið við rektaran hevur verið framúr gott frá fyrsta degi, og Chik Collins hevur – í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk – staðið á odda fyri stórum frambrotum á Setrinum. Málið hevur verið professionalisering av øllum virkseminum,  serliga miðvís góðskutrygging av útbúgvingunum, soleiðis at tær kunnu metast á sama stigi sum útbúgvingar uttanlands, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður.

 

Søkja eftir rektara

Stýrið fer nú at søkja eftir nýggjum rektara, sum eftir ætlan skal taka við 1. januar 2023.

Setrið hevur stórar avbjóðingar. Millum annað at dagføra strategisku ætlanina og at savna alt virksemið í nýggjar bygningar á fløtuni á Frælsinum í Havn, sigur stýrið fyri Fróðskaparsetrið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV