Eikmálið: Dómsviðgerðin byrjar í morgin

Eikmálið: Dómsviðgerðin byrjar í morgin
Málið verður tikið upp til dóms hósdagin í næstu viku
Nú verður farið undir dómsviðgerðina í Eikmálinum, sum hevur verið viðgjørt í landsrættinum síðani 26. apríl.
 
15.08.2022 - 13:00

Dómsviðgerðin, proseduran, í Eikmálinum byrjar í morgin í Eystari landsrætti.

Fyrst hava teir tríggir advokatarnir hjá Eikmonnunum orðið.Teir vera lidnir fríggjadagin.

Týsdagin í næstu viku fær advokaturin hjá Fíggjarligum støðufesti orðið.

Dómsviðgerðin endar hósdagin í næstu viku, tá málið verður tikið upp til dóms. 

Í dómsviðgerðini nevna advokatarnir alt tað, sum sambært teimum eigur at geva teimum viðhald.

 

Byrjaði í landsrættinum 26. apríl

Eystari landsrættur fór undir Eikmálið 26.apríl.

Teir tríggir Eikmenninir, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, ið var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik, vórðu í Føroya rætti 18.november 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi. 

Teir kærdu dómin til Landsrættin.

 

Krevja frídøming

Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella, í øðrum lagi, at skula gjalda minni enn 150 milliónir krónur.

Fíggjarligt støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.

Ingi Højgaard er sakførari hjá Frithleivi Olsen, Christian Andreasen hjá Odd Bjellvåg og Søren Lundsgaard hjá Marneri Jacobsen.

Claus Juel Hansen er sakførari hjá Fíggjarligum støðufesti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV