717 bústaðir í Havn standa tómir

717 bústaðir í Havn standa tómir
Talan er um 450 sethús, 232 íbúðir og 35 aðrar bústaðir
Nógvir bústaðir í Tórshavnar kommuna standa tómir, vísir yvirlit frá Fólkayvirlitinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.08.2022 - 08:57

Eingin býr í 717 bústøðum í Tórshavnar kommunu.

Talan er um 450 sethús, 232 íbúðir og 35 aðrar bústaðir.

Hetta vísa tøl, sum Tórshavnar kommuna fekk frá Fólkayvirlitinum í november í fjør.

Eitt yvirlit, sum Kommunufelagið gjørdi í 2018, vísir, at 13 prosent av húsunum í Føroyum standa tóm.

Tórshavnar kommuna er ikki við í hesum talinum. Fugloyar kommuna var heldur ikki við.

Yvirlitið umfatar tí 27 kommunur. 

Í teimum 27 kommununum eru 11.345 hús. Av teimum er 1.481, 13,1 prosent, tóm.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV