- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekniskt brek á Sundi elvdi til streymslit
Tekniskt brek á Sundi elvdi til streymslit
SEV hevur nú funnið orsøkina til, at streymurin fór í øllum meginøkinum í morgun.
13.08.2022 - 13:27
Tað var tekniskt brek á einum motori á Sundsverkinum, sum var orsøk til streymslit í meginøkinum í ein lítlan tíma í morgun.
Streymurin fór kl. 8.05 og beint fyri kl. 9 høvdu øll fingið streymin aftur.
Streymslitið í morgun var so mikið umfatandi, at alt meginøkið lá í streymloysi. Tað merkir, at bara Suðuroyggin og útoyggjarnar, ið ikki eru knýttar í netið á meginøkinum, høvdu streym millum klokkan átta og níggju.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV