Bíleggingarskipan til Herjólf tøk í dag

Bíleggingarskipan til Herjólf tøk í dag
Herjólf fer í sigling fyri Smyril 20. august, og hann ger tríggjar ferðir aftur og fram um samdøgrið
Herjólfur III verður avloysaraskip hjá Smyrli frá 20. august til 2. oktober.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.08.2022 - 08:14

Klokkan eitt í dag verður bíleggingarskipanin til ferðafólk, privatakfør og farmaflutning hjá Herjólfi III tøk, siga Standfaraskip landsins.

Leygardagin 20. august fer Herjólfur III at sigla fyri Smyril, og hann siglir til og við 2. oktober, sum er sunnudagur.

Hann siglir tríggjar ferðir aftur og fram um samdøgrið.

Herjólfur III loysir á Tvøroyri hvønn dag klokkan 06.00, 14.00 og 22.00.

Av Havnini fer hann klokkan 10.00, 18.00 og 02.00. 

Túrarnir klokkan 22.00 og 02.00 eru farmatúrar, har sum farmurin hevur framíhjárætt, tó at ferðafólk eisini sleppa við hesar túrar. 

Roknast kann við avmarkaðum plássi til privatakfør og smærri vørubilar hesar túrar, siga Strandfaraskip landsins.

Hetta er tó ikki galdandi leygarkvøld og sunnunátt, sambært kunngjørdu ferðaætlanini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV