Nú ber til at síggja, hvør eigur partafeløg í Føroyum

Nú ber til at síggja, hvør eigur partafeløg í Føroyum
Øll kapitalfeløg skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar og veruligar
Freistin at lata Skrásetingini upplýsingarnar er 1.september í ár.
 
11.08.2022 - 08:47

Nú ber til at síggja á heimasíðuni hjá Skrásetingini, hvør eigur partafeløgini í Føroyum.

1.februar í ár var kravt, at øll kapitalfeløg skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar og veruligar.

Løgligir eigarar eru løgfrøðilig ella likamlig fólk, sum tað eitur á tí málinum, sum beinleiðis eiga fimm prosent ella meira av felagsins kapitalpørtum.

Veruligir eigarar eru tað fólkið, ella tey fólkini, sum í síðsta enda eiga ella hava ræði á einum felag, við beinleiðis ella óbeinleiðis ognarrætti yvir einum nóg stórum parti av ognarpørtum ella atkvøðurættindum, ella sum hava ræði ella ágóða á annan hátt, skrivar Skrásetingin.

Ein nóg stórur partur merkir, at eitt fólk hevur ræði á meiri enn 25 prosentum av ognarpørtunum ella atkvøðurættindunum í felagnum. Hetta markið er ein ábending um veruligan ognarrætt.

Skráseting Føroya ger vart við, at enn eru upplýsingar ikki komnar frá nógvum feløgum. 

Freistin at lata upplýsingarnar er 1.september í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV