Fyrireikararnir: Fjølbroyttari ovastevna í ár

Fyrireikararnir: Fjølbroyttari ovastevna í ár
Í fjør vóru 5.000 fólk á ovastevnu
At fara á ovastevnu Í Nólsoy er fastur táttur hjá mongum. Í fjør vóru 5.000 fólk á ovastevnu.
 
11.08.2022 - 14:41

Nólsoyingar gera klárt til at halda ársins ovastevnu, sum verður um vikuskiftið.

Fyrireikararnir siga, at stevnan er fjølbroyttari og meira umfatandi enn nakrantíð áður. Veðurvánirnar eru góðar, og nólsoyingar eru til reiðar at bjóða gestum vælkomnum.

Stevnan er fastur táttur í summarskránni hjá nógvum føroyingum, og um 5.000 stevnugestir vóru á ovastevnu í fjør, siga fyrireikararnir. 

Kaiin er miðdepilin á stevnuni, har stevnan eisini verður sett. Í ár verður tað Gunnvá Zachariasen, sum fer at halda røðu. 

 

Stand-up og felagssangur

Á kaiini eru eisini matsøla, listaframsýning, útimøti, stand-up og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Somuleiðis er tjald við tónleiki og dansi.

Tá farið er at skýma, verður felagssangur á kaiini. 

Nevndin, sum skipar fyri ovastevnuni, sigur seg hava lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. 

Ein rúgva av sjálvbodnum fólkum eru til arbeiðis alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur, siga fyrireikararnir.

Ternan siglir at kalla hvønn tíma, frá klokkan 10 leygarmorgun til klokkan 05 sunnumorgun. 

 

Skráin fyri Ovastevnuna 2022:


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV