- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlaaftran: Trupulleikin er samansettur
Børn í fólkaskúlaaldri í Føroyum eru undir einum vaksandi trýsti, og tað síggja tey eisini á Sernámi.
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, og Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, mæla báðir til at taka lands- og pisaroyndirnar av, tí trýstið á børnini er ov stórt.
Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, sigur, at tað kann vera eitt stig á leiðini at taka royndirnar av. Hon heldur tó, at tað er umráðandi at gera greitt, at trupulleikin er øgiliga samansettur:
Vaksandi trýstið á skúlanæmingar er ein trupulleiki í fólkaskúlanum. (Savnsmynd)
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, legði í útvarpinum í gjár dent á skúlaaftran, sum ein vaksandi trupulleika í fólkaskúlanum, tí trýstið á næmingarnar er vaksið.
Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, váttar, at trupulleikin við skúlaaftran er vaksandi. Hon leggur dent á, at orsøkirnar til skúlaaftran ofta vísa seg at vera ymiskar: