Byggifyrireiking á Argjum kostar 79 mió. kr.

Byggifyrireiking á Argjum kostar 79 mió. kr.
Tórshavnar býráð hevur samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá byggifelagnum MT Højgaard
Sethús, raðhús og íbúðir skulu byggjast oman fyri Argjahamar.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
10.08.2022 - 09:31

Tað fer at kosta Tórshavnar kommunu 79,2 mió. kr. at rudda slóð fyri at byggja sethús, raðhús og íbúðir oman fyri Argjahamar.

129.280 fermetrar eru keyptir til verkætlanina fyri 13 mió. kr., av teimum skulu 37.610 fermetrar brúkast til grundstykki.

Kommunan bað trý byggifelag um tilboð upp á útstykkingararbeiðið.

MT Højgaard Føroyar hevði lægsta tilboð, slakar 44,3 mió. kr.

Hini tilboðini vóru frá Articon, góðar 57,2 milliónir og frá J&K Petersen, næstan 59 milliónir krónur.

Býráðið gjørdi av í gjárkvøldið at taka av tilboðnum hjá MT Højgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV