- Tíðindi, mentan og ítróttur
Olju- og bensinprísirnir lækkaðir
Olju- og bensinprísirnir lækkaðir
Gassoljan er lækkað 16 oyru liturin, og bensinið kostar nú 13,25 kr. liturin
09.08.2022 - 16:36
Eftir nógvar príshækkingar, síðani kríggið í Ukraina tók seg upp, hava føroysku oljufeløgini síðstu tíðina fleiri ferðir lækkað olju- og bensinprísirnar.
Í morgun kostaði ein litur av bensini hjá Magn 13 krónur og 25, og ein litur av dieselolju 12 krónur og 29.
Tað er ein príslækking upp á ávikavist 20 og 16 oyru síðani í gjár.
Gassoljan er somuleiðis lækkað 16 oyru fyri liturin, so túsund litrar av gassolju frá Magn kosta nú 11.550 krónur.
Effo hevði í morgun enn somu prísir, sum Magn hevði í gjár, men hevur síðani eisini lækkað sínar prísir, so teir eru teir somu sum hjá Magn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV