113 milliónir í avlopi fyrra hálvár

113 milliónir í avlopi fyrra hálvár
BankNordik sigur, at nógv bendir á, at rentan fer at hækka meira í heyst
Bankin er nøgdur við úrslitið fyrra hálvár, men vaksandi inflatión og búskaparlig óvissa settu tó eisini sín dám á tíðarskeiðið.
 
04.08.2022 - 09:02

BankNordik-samtakið hevði 113 mió. kr. í avlopi fyri skatt fyrr hálvár.

Í fjør var avlopið 192 milliónir, men tá stavaðu 90 milliónir krónur frá søluni av danska virkseminum.

Leiðslan í samtakinum sigur, at fyrra hálvárið royndist væl.

Vaksandi inflatión og búskaparlig óvissa settu tó eisini sín dám á tíðarskeiðið.

Leiðslan hevur lagt upp fyri møguligum neiligum avleiðingum og sett pening av til møgulig fíggjarlig tap.

 

Turið F. Arge og Heini Thomsen er nýggir stjórar í BankNordik.

 

Innlán og útlán vuksu

Bæði innlán og útlán vuksu í fyrra hálvári, útlánini tó bara 100 milliónir krónur samanborin við fyrru helvtina í fjør.

Innlánini vuksu 1,2 milliardir.   

BankNordik sigur, at nógv bendir á, at miðbankin og tjóðbankin aftur fara at hækka rentuna eftir rentufundin 8.september. 

Verður henda rentuhækking veruleiki, fer BankNordik eisini at hækka rentuna.

Tað merkir, at negativa rentan væntandi verður strikað í næstum.

 

Rentuhækking 5. oktober

Bankin hevur boðað frá rentuhækking 5.september, so dýrari verður at læna pening, og minni skal gjaldast í negativari rentu av innlánum.

Leiðslan í BankNordik væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 160 og 190 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109