Jonas Vingegaard beina kós móti sigrinum í Tour de France

Jonas Vingegaard beina kós móti sigrinum í Tour de France
Danski súkklarin Jonas Vingegaard vann í dag 18. teinin í Tour de France, sum var niðan á fjallið Hautacam. Harvið staðfesti Vingegaard eisini sína støðu í gulu oddatroyggjuni
Jonas Vingegaard er nú sera tætt við at vinna árins Tour de France, eftir at hann í dag vann harðar 18. teinin niðan á Hautacam
 
21.07.2022 - 17:02

Ársins Tour de France er reyður og hvítur, tí Danmark og danskir súkklarar hava yvirskuggað alt og øll. 

Tour de France byrjaði í ár í Danmark, sum vísti seg frá síni bestu síðu, og síðani hava danskir súkklarar gjørt vart við seg. 

Fýra teinasigrar eru tað blivnir til, og í dag staðfestir Jonas Vingegaard, at hann er sterkasti súkklarin, tá hann súkklaði seg tættari sigrinum í Tour de France við at vinna 18. teinin niðan á sera bratta fjallið Hautacam. 

Tað var eisini ein útlúgvaður Jonas Vingegaard, ið kom fyrstu um málstrikuna.

Men tað var við sera góðum stuðli frá sínum sterka liði, Jumbo - Visma, at Jonas Vingegaard setti Tour de France-vinnaran seinastu tvey árini, Tadej Pogacar úr Slovenia, upp á pláss. 

Serliga Sepp Kuss og Wout van Aert syrgdu fyri, at Pogacar til endans mátti geva skarvin yvir, so Jonas Vingegaard kundi stinga av og vinna teinin. 

Vingegaard økti leiðsluni í samlaðu kappingini við einum minutti, og tað merkir, at danin er yvir tríggjar minuttir frammanfyri, nú Tour de France nærkast endanum. 

Háspenningur var yvir teininum í dag, tí krútsterki Pogacar royndi ikki færri enn seks ferðir at stinga av frá Vingegaard, men hvørja ferð svaraði lítli og lætti danin avgjørt og elegant aftur. 

Tað mundi tó gingið heilt galið hjá Vingegaard, tá koyrt var oman av Col de Spandelles, tá annar súkkluskógvurin glapp úr og hann mundi dottið. 

Tað var júst tað, sum Pogacar gjørdi løtu seinni, datt, tá hann legði ov nógv fyri í einum svingi. Vingegaard vísti góðan ítróttaranda og bíðaði eftir slovenanum, heldur enn at royna at koyra undan honum. 

Og tað var ein vøkur sjón, tá stóru kappingarneytini tóku í hondina á hvørjum øðrum, áðrenn teir aftur fóru at kappast. 

Um tað var skelkurin, ið var orsøkin, so tóktist Pogacar hava mist orku, tá farið var undir seinastu brekkuna niðan á Hautacam, har Bjarne Riis í síni tíð staðfesti sín sigur í Tour de France í 1996.

Tá fyrst Sepp Kuss frá Joumbo - Visam setti ferðina upp, og síðani lat Wout van Aaert taka yvir, kláraði Pogacar, ið ongan liðfelag hevði við sær niðan brekkuna, ikki at fylgja við. 

So var bæði teinasigurin, og Tour de France sigurin, nærmast serveraður fyri Jonas Vingegaard. 

Ein fullkomiliga útlúgvaður Tadej Pogacar kemur á mál á Hautacam. 

Sjálvur vil Jonas Vingegaard ikki hoyra talan um, at hann hevur vunnið Tour de France. Hann vil yvirhøvur ikki tosa um tað. 

Men nú tað eru tríggir teinar eftir at súkkla, ein flatur í morgin, og so ein einkultstartur, áðrenn farið verður til Paris, er Jonas Vingegaard 3:26 minuttir frammanfyri Pogacar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477