Sólin skein aftur í dag á G!

Sólin skein aftur í dag á G!
Leygardagurin á G! var eisini góður, og tónlistarliga áttu RSP, Eivør og Teitur dagin. Men tað var góða huglagið, ið enn einaferð sigraði
G! snýr seg líka nógv um samanhaldið, fólkini, og kærleikan til lívið, sum um tónleikin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.07.2022 - 22:56

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Meðan tað pissaði niður í Havn, og tað sást ikki út gjøgnum gluggan, so svumu fólk í sjónum í Syðrugøtu og hugnaðu sær. 

Teitur Lassen er næstan eitt við G! festivalin. Hann er ein av teimum, ið hevur spælt oftast á festivalinum. 

Konsertin á Sandinum staðfesti, at Teitur er væl umtóktur millum føroyingar. 

Konsertin við íslendska Ásgeir Trausti var frálíka góð. Innisæli íslendingurin, ið eisini spældi á G! fyri nógvum árum síðani, vísti, at hann eisini dugir at spæla tónleik, ið svingar. Tað vóru meiri knotur í Ásgeiri hesa ferð. 

Góði G!-hýrurin var sanniliga eisini til staðar í Syðrugøtu leygardagin. 

Ásgeir Trausti. 

Fantastisku sangirnir hjá Ásgeir Trausti hugtóku fólk. 

G! snýr seg eisini um tey smáu rúmini, har fólk kunnu hittast og njóta hvørt annað og fantastisku vøkru Syðrugøtu. 

Nógv eru prosjektini á G!

Aftur leygardagin var lagið fantastiskt á G!

Lucky Lo spældi eina hugtakandi konsert á Spæliplássinum, ið fekk nógv rós. Lo er úr Umeå í Svøríki og flutti til Keypmannahavnar í 2014 har hon royndi seg sum gøtutónleikara. 

Úttrykkið í andlitinum sigur alt um, hvussu hugtikin fólk vóru av Lucky Lo. 

 

G! er fyri øll, stór sum smá, og tað hevur ársins festivalur enn einaferð staðfest. 

 

Meðan Eivør spældi á Sandinum byrjað at fløða, og tað gjørdi tað eitt sindur torført at sleppa av Sandinum aftur. 

Tað ráddi um at halda tunguna mitt í munninum, tá fólk skuldi av Sandinum eftir konsertina hjá Eivør. 

1-2-3 og so hopp. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979