Broyttar byggisamtyktir fyri miðbýin í Havn

Broyttar byggisamtyktir fyri miðbýin í Havn
Ætlanir eru at byggja tveir stórar nýggjar bygningar í miðbýnum í Havn til íbúðir og parkeringskjallara, men tað krevur eina broyting í galdandi byggisamtykt fyri økini.
Ætlanin er at byggja eitt parkeringshús millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu í miðbýnum í Havn.
 
14.07.2022 - 12:22

Ætlanir eru um at byggja tveir stórar nýggjar bygningar í miðbýnum í Havn. Hesir skulu bæði brúkast til íbúðir og parkeringskjallara.

Skulu bygningarnir gerast veruleiki, er neyðugt at broyta byggisamtyktirnar í økinum. Og málið er til viðgerðar í politisku skipanini.

Broytingin samtykt

Tórshavnar Býrað hevur á fundi 22. juni samtykt uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri fleiri økir í miðbýnum í Havn. 

Byggisamtyktirnar eru tó ikki endaligar samtyktar enn. Byggisamtyktin er til hoyringar, og hoyringarfreistin er 22. august. 

Tá hoyringarfreistin er farin, kemur byggisamtyktin aftur til viðgerðar og skal endaliga samtykkjast.

47 leiguíbúðir mitt í býnum 

Uppskot er millum annað um at broyta byggisamtyktina í økinum, har gamla bakaríð hjá Frants Restorff liggur og í økinum rundanum.

Í fundarfrágreiðingini hjá Tórshavnar Býrað sæst, at eitt felag ætlar at byggja 47 leiguíbúðir í ymiskum støddum samantvinnað við handilshølum og parkeringsøki, ið eru 700 fermetrar til støddar.  

Parkeringsplássini til íbúðirnar skulu byggjast undir jørð.

Parkeringshús við Steinatún

Stutt hiðani, í Bøkjarabrekku, ið liggur við Steinatún, er eisini ætlanin at byggja eitt parkeringshús og íbúðir. 

Her er talan um eitt parkeringshús í trimum hæddum, parkeringskjallara og átta íbúðir á ovastu hædd. Í frágreiðingini frá býráðsfundinum stendur: 

"Parkeringshúsið er í tráð við ynskið um at tætta býin og fáa fleiri parkeringspláss og íbúðir í miðbýnum. Parkeringshús eru stór og fylla nógv í umhvørvinum, og fer hetta at ávirka sethúsadámin á økinum í mun til øktu ferðsluna og vavið av byggingini".

Nýtslustigið broytast

Talan er um at broyta byggisamtyktina í tí, sum verður kallað grundumráði 1 og 2, har sum hesir báðir umrøddu bygningarnir liggja.

Ætlanin er at broyta nýtslustigið í hesum økjunum, so at treytirnar gerast lagaligari. 

Í fundarfrágreiðingin stendur, at nýtslustigið regulerar fyrst og fremst tættleikan í einum øki.

"At áseta eitt mark fyri, hvussu høgt nýtslustigið fyri eitt øki sum heild, verður mett at vera ein ótíðarhóskandi og órímiligur máti at skipa øki í byggisamtyktini, av tí at talan er um ymsar eigarar í sama øki, ið ikki fáa somu treytir at byggja undir."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497