Uppskot um serstaka byggisamtykt kunngjørt

Uppskot um serstaka byggisamtykt kunngjørt
Uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið í miðbýnum í Havn, har sum ætlanin er at byggja eitt parkeringarhús, liggur nú frammi
Ætlanin er at byggja parkeringshús í miðbýnum í Havn.
 
11.07.2022 - 17:23

Uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið í miðbýnum í Havn, har sum ætlanin er at byggja eitt parkeringarhús, liggur nú frammi.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.august.

Húsið skal vera millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu.

Har skulu vera í mesta lagi 135 parkeringarpláss og 21 íbúðir.

Í minsta lagi seks parkeringarpláss skulu gerast til fólk við rørslutarni. 

Húsið má ikki vera hægri enn 13 metrar.

Innkoyringin verður í Bøkjarabrekku og útkoyringin í Kongagøtu.

Sambært kunngerðini um serstøku byggisamtyktina skulu framsíðurnar tykjast innbjóðandi og hava eitt ávíst fjølbroytni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946