- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimsfólkatalið hækkar
Tað er ikki bert í Føroyum, at fólkatalið hækkar, tí í ár fer fólkatalið í heiminum upp um átta milliardir. Hetta skrivar portal.fo, sum hevur tølini frá eini nýggjari frágreiðing hjá ST, sum verður endurgivin í World Population Day.
Væntað verður, at fólkatalið fer upp um 8 milliardir um hálvan november í ár. Tað verður eisini mett, at fólkatalið í 2030 fer upp um 8,5 milliardir, 9,7 milliardir í 2050, og 10,4 milliardir í 2 túsund og áttatiárunum. Síðani verður mett, at tað verður verandi á tí støðinum fram til ár 2100.
Komandi áratíggjuni væntast meira enn helmingurin av fólkavøkstrinum at fara at vera í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Egyptalandi, Etiopia, Filipsoyggjunum, India, Nigeria, Pakistan og Tansania.
Eisini vísir frágreiðingin hjá ST, at India komandi ár fer at yvirhála Kina sum heimsins fólkaríkasta land.
Miðal livialdurin hækkar eisini. Í 2019 var hann 72,8, meðan ST væntar, at hann í 2050 verður 77,2 ár, skrivar portal.fo.