- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jónas nýtt føroyskt met í 400 metra renning
Jónas nýtt føroyskt met í 400 metra renning
Jónas Isaksen hevur sett nýtt føroyskt met í 400 metra renning. Tað gjørdi hann til U18-EM í Ísrael, har hann, saman við Eiri Glerfoss, kappast fyri danska landsliðið
Mynd: Privat
04.07.2022 - 08:50
Jónas Isaksen setti fyrrapartin nýtt føroyskt met í 400 metra renning.
Tað gjørdi hann við tíðini 49,19 sekund. Gamla metið átti Tórur Mortensen, og tað var 49,41 frá 2020.
Metið varð sett til evropameistarakappingina fyri ung undir 18 ár, sum er í Ísrael hesa vikuna.
Talan var um innleiðandi kapping, og Jónas Isaksen varð samanlagt nummar 10 av 22 rennarum og rakk tí ikki í finaluna.
Jónas Isaksen og Eiri Glerfoss hava staðið seg somikið væl hetta árið, at teir vórðu tiknir út til danska landsliðið, sum teir umboða til kappingina.
Teir skulu báðir kappast í longdarlopi seinni í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV