Frælsur ítróttur: enn eitt met fallið

Frælsur ítróttur: enn eitt met fallið
Jónas Isaksen, sum fyrr í dag setti nýtt met í 400 metra renning, hevur tikið enn eitt føroyskt met. Hesa ferð var tað 23 ára gamla metið í longdarlopið, sum stóð fyri falli
Jónas Isaksen hevur tikið tvey føroysk met í Jerusalem
Mynd: Jógvan Glerfoss  
 
04.07.2022 - 16:36

Jónas Isaksen hevur sett enn eitt føroyskt met.

Fyrr í dag tók hann metið hjá Tóri Mortensen á 400 metra renning, og nú var tað nærum 23 ára gamla metið hjá Ása Mikkelsen í longdarlopi, sum stóð fyri falli.

Í evropameistarakappingini fyri ung undir 18 ár leyp Jónas Isaksen 7,15 metrar, og tað er fimm sentimetrar longri enn gamla metið frá 1999.

Jónas Isaksen leyp seg við metlopinum í finaluna í longdarlopi, sum verður týsdagin.

Eiri Glerfoss kappaðist eisini í longdarlopi seinnapartin. Hann leyp eisini væl og kom út á 7,03m, men tað var ikki nóg mikið til finaluna.

Teir báðir umboða danska landsliðið í EM fyri U-18, sum er í Ísrael.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946