
Caption:
Menn gera klárt til at fara av Kirkju í Kalsoynna. Mynd: Eyðun Gullaksen
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finnur Koba fylgir Jákup Peturi Eliassen, sum hevur sett sær fyri at súkkla millum 108 bygdir í Føroyum innan fyri 48 tímar.
Veðrið var ivasamt tíðliga um morgunin, tí tað var so nógvur mjørki, men so var ein glotti brádliga, og tað bar til at flúgva til Hattarvíkar, har tyrlan setti súkklaran av.
Jákup Petur súkklaði síðan úr Hattarvík til Kirkju, har tyrlan stóð og bíðaði eftir at flúgva hann í Kalsoynna.
Tað tók umleið 20 minuttir at súkkla úr Hattarvík til Kirkju.
Síðan gekk leiðin í Kalsoynna.
Upptøka: Eyðun Gullaksen.