Seks ár eftir frágreiðing verður príssamanbering almannakunngjørd

Seks ár eftir frágreiðing verður príssamanbering almannakunngjørd
Kappingareftirlitið hevur avgjørt at almannakunngera hagtøl um oljuprísir
Tað er vorðið nógv dýrari at fylla tangan.
 
26.06.2022 - 11:42

Kappingareftirlitið hevur avgjørt at almannakunngera hagtølini um oljuprísir, sum Kappingareftirlitið hevur, nú oljuprísirnir eru alsamt frammi í fjølmiðlunum.

Kappingareftirlitið sigur, at tað er altíð ein møguleiki, um virkin kapping ikki er á einum marknaði, at príshækkanir gerast hægri enn innkeypsprísir geva orsøk til.

Kappingareftirlitið staðfesti í frágreiðingini “Oljumarknaðurin í Føroyum - frágreiðing um sølu av brennievnum í Føroyum”, sum var almannakunngjørd í 2016, at føroysku oljuprísirnir vóru høgir, og at vantandi kapping helst var orsøkin.

Kappingareftirlitið mælti tá til at skapa umstøður fyri betri kapping við at áleggja verandi oljufeløgum eina samhandilsskyldu í sambandi við heilsølu. 

Hetta vildi gera tað lættari hjá nýggjum feløgum at koma inn á marknaðin fyri smásølu.

Prísirnir samanbornir

Kappingareftirlitið hevur síðani frágreiðingina í 2016 hildið eyga við føroysku oljuprísinum. 

Prísirnir eru dagliga tiknir niður av heimasíðunum hjá oljufeløgunum, og við millumbilum samanbornir við viðkomandi samanberingargrundarlag.

Hesi hagtøl almannakunnger Kappingareftirlitið nú. 

Í fyrstu syftu er talan um prísgongdina fyri bensin, diesel og gassolju, sum verður samanborin við prísgongdina hjá Brent ráolju. Tann samanberingin gevur ábending um gongdina á innkeypsprísinum hjá føroysku oljufeløgunum. 

Heimasíðan hjá Kappingareftirlitinum er kapping.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109