Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helgi gjørdi slætt borð
Helgi gjørdi slætt borð
Helgi Winther Olsen vann FM-kappingina í vegasúkkling, sum var á Sandoynni um vikuskiftið, og hevur sostatt vunnið heili fimm FM-heitið síðstu vikuna
Mynd: sst.fo
21.06.2022 - 09:16
Helgi Winther Olsen var skjótastur, tá FM-kappingin í vegasúkkling endaði á Sandoynni um vikuskiftið. Hann hevur vunnið fimm føroyameistaraheiti í súkkling upp á eina viku, skrivar sst.fo.
Kappingin var, sum so nógvar aðrar ítróttarkappingar, flutt frá leygardegi til sunnudag, og teir 103 kilometrarnir skuldu sostatt súkklast í dýrdarveðri. Tað var upp í 18 stig, og súkklað var ágangandi og skjótt mestsum allan teinin.
Tveir av sterkastu súkklarunum í føroyska feltinum, Helgi Winther Olsen og Hilmar Hansen sluppu undan hinum og samstarvaðu í mótvindinum um at økja um leiðsluna aftur til Jákup Petur Eliassen og Gunnar Dahl-Olsen, sum súkklaðu hvør sær.
Helgi fór undan
Helgi Winther Olsen hevur víst stóra styrki farnu vikuna, og hann hevði eisini meir eftir í tanganum, tá teinurin skuldi avgerast. Í undanvindinum setti hann á, og Hilmar Hansen megnaði ikki at hanga í. Tá komið varð á mál í Skálavík var munurin ímillum teir báðar 2.16 minuttir, og Helgi Winther Olsen endurvann sostatt FM-heitið í vegasúkkling.
Jákup Petur Eliassen endaði á triðja plássi.
Helgi Winther Olsen hevur vunnið fimm FM-kappingar upp á eina viku. Hann vann eisini tær báðar kappingarnar í fjallasúkkling síðsta vikuskiftið.
Anida vann hjá kvinnunum
Bert tveir luttakarar vóru í kappingini við kvinnum. 61 ára gamla Anida Johannensen var skjótari enn Adél Gyepes á 61 kilometra langa teininum og fór avstað við FM-heitinum.
Anida Johannesen vann kappingina við kvinnum (MYND: sst.fo)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV