Kommunan yvirtekur fleiri landsvegateinar

Kommunan yvirtekur fleiri landsvegateinar
Fleiri øki verða atkomulig til býarvøkstur, eitt nú bústaðabygging og vinnuøki
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, skrivaðu undir avtaluna í morgun.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
20.06.2022 - 11:19

Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina avtalu við Landsverk um at yvirtaka fleiri landsvegateinar. Talan er um eitt nú Hvítanesvegin, Kúrdalsveg, part av Oyggjavegnum og part av Velbastaðvegnum.

Talan er um vegastrekki, sum nú eru landsvegir, sum kommunan yvirtekur.

Hvítanesvegurin verður yvirtikin frá vegamótinum við Eystara Ringveg, til nýggju rundkoyringina til Eysturoyartunnilin, góðar 3 kilometrar. Samstundis verður vegastubbin oman til rulluportrið á Hvítanesi eisini yvirtikin.

 

Býarvøkstur

Kúrdalsvegur frá Hvítanesvegnum og oman í túnið við gomlu Royndarstøðina í Hoyvík verður yvirtikin. Somuleiðis verður Oyggjarvegurin, frá vegamótinum Vestari Ringvegur og til íbindingina við Hotel Føroyar, yvirtikin. Sama er galdandi fyri Velbastaðvegin, frá vegamótinum við Marknagilsvegin og niðan til rulluportrið við Norðasta Horn.

Nú kommunan yvirtekur hesar vegir, verða samstundis fleiri øki atkomulig til býarvøkstur, bæði tá talan er um bústaðabygging, vinnuøki og eitt nu parkeringsøki, sigur Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114