Allir bilarnir komnir afturíaftur

Allir bilarnir komnir afturíaftur
Í hvussu er í einum føri stóð lykilin í bilinum, tá hann bleiv stolin
 
20.06.2022 - 08:27

Tríggir bilar vórðu stolnir um vikuskiftið, upplýsir løgreglan. 

Løgreglan kannar framvegis málini, men sigur, at í onkrum av teimum hava tey illgruna um, hvør hevur framt stuldurin, meðan tey hava tryggjað sær spor í hinum málunum.

Teir tríggir bilarnir vórðu stolnir í høvuðsstaðarøkinum, og teir eru allir komnir afturíaftur.

Í hvussu er í einum føri stóð lykilin í bilinum, tá hann bleiv stolin.

Løgreglan minnir tí fólk á um ikki at lata lyklarnar standa í bilinum, tá tey fara frá honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947