Vann altjóða kapping

Vann altjóða kapping
Ella V. Tindskarð vann Aros Gait Event í Herning
 
19.06.2022 - 11:00

Eftir at hava havt ein minni steðg frá ríðingini, er Elin V. Tindskarð aftur at síggja á breytunum til altjóða kappingar. Nú stutt undan NM royndi Elin Tindskarð og hestur hennara Oskar frá Breiðstøðum seg av í altjóða World Ranking kappingini Aros Gait Event í Herning. Tað skrivar Ríðisamband Føroya. 

 

Vunnu greitt

Og Elin V. Tindskarð og Oskar gjørdu ikki mætari enn, at tey vunnu T2s greinina rættiliga trygt, tey vóru eisini á odda í innleiðandi kappingini hósdagin. Í dag, tá ið A finalan var, gjørdi tey bæði so bart og vunnu sannførandi við 7,67 framman fyri Agnethe Schneider á Muni úr Langtved við 7,17. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946