- Tíðindi, mentan og ítróttur
120 skúlanæmingar á fyrstu Skúlaleikum
120 næmingar kappaðust til fyrstu undanstevnuna í Skúlaleikum, sum var í høllini á Hálsi og á Tórsbreyt í gjár.
Næmingar møttu saman við ítróttalærarum sínum, og tey royndu seg í serligu flogbóltsgreinini - flogbørn - og í frælsum ítrótti.
Eisini hittu skúlabørnini ungar íðkarar í frælsum ítrótti og sloppu at síggja teirra venjingarumstøður.
Dagsins besta 'hepp' ella slagróp varð valt, flokkarnir fingu gávuposa við rørsluleikum, og tann flokkurin, sum hevði staðið seg best í kappingunum, varð funnin. Úrslitið var, at 4. flokkur úr Skúlanum við Løgmannabreyt var hin besti og skal umboða 'tey bláu' til landsstevnuna 10. juni.
Gott 1100 næmingar eru meldaðir til Skúlaleikir, og næstu dagarnar eru fleiri undanstevnur á skránni, millum annað í Klaksvík og í Vági.