Tveir sáttmálar eftir at samráðast um

Tveir sáttmálar eftir at samráðast um
Annar sáttmálin er við yngru læknarnar og hin við lærararnar á Vinnuháskúlanum
Jan Mortensen er leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
 
19.05.2022 - 11:58

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur tveir sáttmálar eftir at samráðast um í hesum umfarinum.

Annar er við yngru læknarnar. 

Felagið hjá teimum hevur biðið um, at samráðingar vera eftir summarfrítíðina, sigur Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini. Verandi sáttmáli var galdandi til 1.oktober 2020.

Lønardeildin hevur eisini lærararnar á Vinnuháskúlanum eftir. 

 

Nýggjur sáttmáli skal eisini gerast við lærararnar á Vinnuháskúlanum. 

 

Tvey fakfeløg

Har eru tvey feløg, Fakfelag sjómansskúlalærara í Føroyum og Felagið maskinmeistaralærarar. Teirra sáttmálin var til 1.oktober í fjør. 

Samráðingar vera í næstum, sigur Jan Mortensen. Síðani byrjar nýtt samráðingarumfar í heyst. 

Nakrir sáttmálar eru galdandi til 1.oktober, millum annað sáttmálarnir hjá Lærarafelagnum og Akademikarafelagnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946