Støðan í Ukraina

bannari
Støðan í Ukraina
Tað gongur væl hjá ukrainska herinum í eystara parti av landinum. Her er ein støðumynd av krígnum í Ukraina
 
15.05.2022 - 14:43

Líkt er til, at russiski herurin eisini tapir í eystara partinum av Ukraina, tí seinastu dagarnar eru boð komin um, at ukrainsku hermenninir hava rikið russisku hermenninar úr stórbýnum, Kharkiv.

Tað er ein stórsigur fyri ukrainar, sigur tíðindamaðurin hjá danska TV2 í Kyiv, Claus Borg Reinholdt:

ukraina_claus_borg

Varaaðalskrivarin í NATO, Mircea Geoana, sigur seg vera sannførdan um, Ukraina fer at vinna á Russlandi, um limalondini í NATO halda fram við at stuðla Ukraina.

Tað segði hann á tíðindafundi í Berlin í morgun, har limalondini í NATO eru saman at umrøða umsóknina frá Finnlandi og Svøríki um limaskap í verjusamgonguni.

Ukrainar hava víst slíkt dirvi í krígnum, at um landið fær tann stuðul, sum tørvur er á, so fer Ukraina at reka russar úr aftur Ukraina, sigur Mircea Geoana.

NATO londini siga seg ikki ivast í, at tað fer at bera til, at fáa Turkaland at broyta støðu, so Finnland og Svæøríki, kunnu gerast limir í verjusamgonguni.

Turkaland sigur seg ivast í limaskapinum, tí bæði Finnland og Svøríki hýsa yvirgangsfelagskapum, sum Turkaland ikki vil vita av, eru boðini frá turkiska forsætisráðharranum, Erdogan.

Antony Blinken

Frítekst tagging: 

Ukraina takkar USA

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmyutro Kuleba, sum er á NATO fundinum í Berlin, hevur hitt amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken.

Hann takkað Blinken og USA fyri stuðulin, sum Ukraina higartil hevur fingið.

USA arbeiðir við at fáa játtan til ein stóran hjálparpåakka til Ukraina aftrat, men ein einstakur polittikari hevur sátt iva um pakkan, og tað hevur seinkað ætlanini. Talan er um politikaran, Rand Paul, sum sigur, at hjálparpakkarnir til Ukraina, fara at gera av við amerikanska búskapin.

 

Rakettir rakt Lviv

Ukrainska keldur vita í morgun, at fýra russiuskar rakettir raktu mál við Lviv í morgun, og tær gjørdu skaða á vegir og jarnbreytir.

Rakettirnar raktu mál sum eru bert 100 kilometrar frá polska markinum, skrivar Reuters og France24.

Einki er frætt um at nakat lat lív av álopinum, og nú verður kannað, hvussu stórir skaðarnir eru.

Mariupol, Ukraina

Frítekst tagging: 

Stórt bilafylgi sloppi úr Mariupol

Eitt stórt bilafylgi við fólki úr Mariupol, kom í morgun til býin Zaporizza, skrivar Reuters.

Fyri at koma trygt úr Mariupol, var fyrst neyðugt hjá fólkunum at koma til býin, Berdyansk, sum liggur 80 kilometrar frá Mariupol. Haðani fóru fólkini til Zapiorizza, sum liggur 200 kilometrar úr Mariupol.

Sambært borgarstjóranum í Mariupol, er bilafylgið tað størsta sum er sloppið úr Mariupol, síðani innrásin byrjaði. Talan var um 500 til 1000 bilar í fylginum.

Ein av teimum, sum var í fylginum, var 74 ára gamli Nikolai Pavlov.

Hann sigur, at talan var um nógv eldri fólk, og stóð nógv á á ferðini, men tað eydnaðist, sigur hann við Reuters.

Amerikonsk nevnd vitjar í Kyiv

Ein tvørpolittisk sendinevnd av amerikanskum senatorum, teirra millum republikanski leiðarin í senationum, Mitch McConnell og politikarin, Susan Collins, hava vitjað í ukrainska høvuðstaðnum, Kyiv.

Tey hittu m.a.ukrainska forsetan, Zelenskyj, sum takkaði amerikanskau politikarunum fyri amerikanska stuðulin.

- Tit hava tøkk uppiborna, ikki bara fyri at hjálpa okkum at verja okkara land, men fyri øll demokratisk virðir, segði ukrainski forsetin, sambært The Guardian.

Turkaland bjóðar seg til at hjálpa

Turkiski forsetin, Tayyip Erdogan, bjóðar sær til at hjálpa við at flyta fólk úr stálverkinum í Mariupol, so tey sleppa ígjøgnum Svartahavið til Turkalands.

Tað sigur talsmaðurin hjá forsetanum, Ibrahim Kalin, við Reuters.

Eftir ætlanini skulu ukrainsku fólkini flytast til býin, Berdyansk, og haðani skal eitt turkiskt skip flyta tey til Turkalands.

- Vit eru klár at fara undir ætlanina, sigur talsmaðurin hjá turkiska forsetanum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497